Árliga várkonsertin

vagamus-logo

Árliga várkonsertin hjá Musikkskúlanum í Vágum verður komandi týskvøld 28 mai.

Konsertin verður kl. 19.00 í Gamla Skúla í Sørvági.

 

Musikkstevnan 2013

Til Ungdómsorkestrið í Vágum!

Í samband við at tann árliga Musikkstevnan verður í Tórshavn komandi fríggjadag sum er dýri biðidagur, fer bussur frá skúlanum í Sørvági kl. 11:30, og steðgar á teimum vanligu støðunum.

Minnist at hava matpakka við ella at eta áðrenn farið verður til Havnar!

Aftan á konsertina mugu tit sjálvi skaffa fart heimaftur.

Aftan á konsertina kl. 17:00 verður pizzaparty.

Kostnaður fyri hvønn næmingin er 50 kr., sum verður avgreiddur í bussinum.



Skráin er:

  • Fame
  • Viva la Vida
  • Hvalfisken


Vinarliga

Vegna Musikkskúlan í Vágum
Eirikur

 

Vága Big Band

 

Nú hava Vágarnar fingið eitt Big Band, ið eitur Vága Big Band.

Tey spældu sína fyrstu konsert síðsta leygardag í Norðurlandahúsinum á konsert hjá Tórshavnar Musikkskúla.

 

 

Strúkaravikuskifti í Gamla Skúla

Komandi fríggjadag og leygardag, 23. og 24. septembur, er violinbólkurin Hjá Sámali Petersen
úr Tórshavnar Musikkskúla á venjingarlegu í Gamla skúla í Sørvági.

Næmingarnir eru 5 til 20 ára gamlir.

Leygardagin, 24. september, kl. 15, hava tey konsert í Gamla Skúla.
 

Rudding runt vatnið

Vit høvdu ein ruddingardag runt vatnið, her eru nakrar myndir:

  

 

Prógvhandan frá Associated Board of Royal Schools of Music

Prógvhandan frá Associated Board of Royal Schools of Music

Frá vinstru:

Høgni Reynskor, Lý Dánjalsdóttir, Andre Kjartansson, Eyðrið Andreassen, Ásvør Niclasen, Vinjar Petersen, Andrass Dánjalsson, Sóley Johannesen, Ata Marit Magnussen, Sólja Poulsen, Jóna Zachariassen og Jóhanna Kjartansdóttir.

 

P.S. Próvtakarar, ið mangla á myndini eru Óli Poulsen, Eva Kristiansen, Bjørk Davidsen og Sigurð Tórfinnsson.

 

Sørvágs Tónleikarfelag vunnið í kapping

Hetta er at lesa á Facebook-síðuni hjá Sørvágs Tónleikarfelag:

 

Ja, nú er stór frøi á okkum í Sørvágs Tónleikarfelag - vit hava verið á Musikkstevnu í Havnini, og hava vunnið heiðurin fyri at spæla bestu skrá.

Tríggjar greinar vóru at vinna:

  1. best spælandi orkestur
  2. bestu skrá
  3. festligasta íkastið

- og VIT VUNNU GREIN B - flott, flott, flott!!!!!

 

Um tit hava Facebook, kunnu tit síggja meira inni á vanganum hjá Sørvágs Tónleikarfelag her.

 

Kunning um ABRSM-ljóðførisroyndir:

Trýst her.

 

Tilmelding til ABRSM-ljóðførisroynd í november 2017:

Trýst her.

Nýggir næmingar:

Tekni tykkum til frálæru her.

Inniverandi næmingar:

Tekni tykkum til frálæru her.

Vegleiðing til AB royndina

Um tú trýstir á reyða teigin "Download Syllabus", sæst hvat skal gerast til royndina.

Finn ljóðføri og Grade (og rætta árstal). http://fo.abrsm.org/en/our-exams/

Finn “Aural Test” á somu Grade: http://fo.abrsm.org/en/our-exams/aural-tests/

Tónastigar tempo, vegleiðandi. http://fo.abrsm.org/en/our-exams/information-and-regulations/scale-speeds/