Ljódføri / Sang og kór
Musikkskúlakórið Tónar 6-10 flokkur. Giljanes
Tónar.
Tónar er kór í Musikkskúlanum í Vágum fyri eldru skúlabørnini, bæði dreingir og gentur.
Á Giljanesi venur 6-10 flokkur mánadagar kl. 13.30 í tónleikastovuni á Giljanesi.
Kórleiðari er Katrin á Borg Johannesen
Kórið er ókeypis fyri næmingar, sum longu ganga til undirvísing í Musikkskúlanum í Vágum, men kostar 500 kr. fyri sangarar, sum ikki eru í Musikkskúlanum í Vágum.
(Systkinnaavsláttur er ikki galdandi fyri hetta fak).