Ljódføri / Sang og kór
Kór. Hádeild, 7-10 flokkar.
Ungdómskór í Musikkskúlanum í Vágum fer av bakkastokki 28. september.
Kórið er fyri 7. – 10. flokk, bæði dreingir og gentur, og venjingarnar eru mánadagar kl. 15:15-16:00 í gomlu auluni á Giljanesi.
Vit miðja eftir at syngja fleirraddaðan sang og at halda eitt gott og høgt støði. Tískil verður ein lítil upptøkuroynd gjørd, fyri at sleppa við. Sangroyndir verða 21. September eisini í gomlu aulu á Giljanesi.
Kórið er ókeypis fyri næmingar, sum longu ganga til undirvísing í Musikkskúlanum í Vágum, men kostar 500 kr. fyri sangarar, sum ikki eru í Musikkskúlanum í Vágum, (Systkinnaavsláttur er ikki galdandi fyri hetta fak).
Tilmelding
