Frálæra

Hvat er Musikkskúlin í Vágum?

Musikkskúlin í Vágum er partur av Musikkskúlaskipanini.

 

Næmingarnir:

Vanliga telur Musikkskúlin í Vágum millum 100 til 120 næmingar. Harav er uml. ein triðingur til hvørja av teimum trimum stóru bygdunum á Vágoynni.

 

Hvat hevur musikkskúlin at bjóða?

Musikkskúlin í Vágum bjóðar holla frálæru á hesi ljóðførum:

Klaver, blokkfloytu, tvørfloytu, klarinet, saxofon, trompet, kornet, alt horn, F-horn, baryton, euphonium, trombon, tuba, guitar, bass guitar, kontrabass, trummur og slagverk.

Lærararnir eru allir serútbúnir innan sítt øki. Musikkskúlin gevur eisini næmingunum møguleika fyri at luttaka samanspæli við aðrar næmingar. Tað er ein sannroynd at børn, ið eru virkin innan tónleik, verða betur fyri til at taka við lærdómi innan aðrar lærugreinar og betur før fyri at samskifta við onnur.

Sokrates: “Tær týdningarmestu greinirnar eru tær listarligu og tær likamligu. Tá tær eru upp á pláss, kemur restin av sær sjálvum”.

Nietzsche: “Eitt lív uttan tónleik er eitt mistak”.

 

Kostnaður/gjald

Næmingagjaldið er luttøkugjald.
Fult næmingagjald fyri skúlaárið 2017/2018 er 1.800 kr.
Næmingagjaldið skal verða goldið áðrenn 15. november 2017 á konto í Betri Banka: 9181-1207751.

G.G. Minnist til at viðmerkja navn á næminginum.
G.G. Goldið næmingagjald verður ikki afturgoldið, uttan í heilt serstøkum førum.

Um gjaldið ikki er goldið innan ásettu tíð, verður næmingurin strikaður av listanum og annar næmingur á bíðilistanum kemur í hansara stað.

 

Avsláttur:

 

  1. Fyrsta barnið fult gjald, 1.800 kr.
  2. Næsta barnið -50%, 900 kr.
  3. Triðja barnið -75%, 450 kr.
  4. Fjórða barnið -100%, 0 kr.

 

Dømi: Húski, har 4 børn eru inni í skipanini: 1.800 kr. + 900 kr. + 450 kr. + 0 kr. = 3.150 kr.

Gevið gætur at avslátturin bert er galdandi har talan annars hevði verið um fult gjald.
Tey børn, sum einans eru við í samanspæli, gjalda 500 kr.
Undirvísingartilfar so sum nótar o.l. skulu næmingarnir sjálvir gjalda.

 

Hvørjar eru fyri-/treytirnar?

At gerast næmingur í musikkskúlanum er sjálvboðið.
Næmingar sum ikki yvirhalda treytirnar, kunnu í ringasta føri vera vístir úr musikkskúlanum.

 

Træ- og messingnæmingar:

Træ og messingnæmingar skulu luttaka í felags orkestrinum.

 

Uppmøting:

Tað er umráandi, at næmingar møta til ásettu tíð. Lærarin hevur ikki skyldu at sita og bíða eftir næmingum, sum ikki møta til ásetta tíð.

Gevið boð í góðari tíð, um tað ikki ber til at møta.

 

Fyrireiking:

Um nakað úrslit skal spyrjast burturúr, er alneyðugt at møta væl fyrireikaður upp til frálæruna. Næmingar sum møta ófyrireikaðir, spilla bæði sína og lærarans tíð.

 

Atburður:

Høvuðsfyritreytin fyri einum og hvørjum samskifti er at hava virðing fyri hvørjum øðrum. Óhóskandi atburður kann gera tað ómøguligt at arbeiða saman.

 

Aðrar fyri-/treytir:

Klavernæmingar skulu hava góða atgongd til eitt klaver ella keyboard at venja upp á. Tað er í longdini ikki nóg mikið at hava eitt "mini keyboard" frá eini leikabúð ella líknandi.

Guitar-, bassguitar- og blokkfloytunæmingar mugu sjálvir hava ein guitara ella blokkfloytu at spæla upp á. Ein "guitari ella blokkfloyta" frá eini leikabúð ella líknandi er ikki nøktandi.

Messing- og træblástursnæmingar fáa í fyrstu atløgu ljóðføri til láns/leigu frá musikkskúlanum. Tá næmingarnir eru komnir á hægri støði, vanliga eftir 2 til 3 ár, verður tað oftast neyðugt, at teir útvega/keypa sær eitt betri ljóðføri. Hetta er tó ikki galdandi fyri tey stóru ljóðførini.

 

G.G.

Vit hava einki ímóti leikabúðunum, men hesir handlar selja til tíðir leikur teir nevna "ljóðføri". Hesar leikur hava sum oftast lítlan og ongan skyldskap við tey ljóðføri, tær hava lænt navnið frá.

Musikklærararnir eru serkønir á sínum øki, og kunnu vegleiða, tá tað snýr seg um keyp av ljóðføri.

 

Venjingarumstøður

Tað er neyðugt at hava góðar umstøður at venja heima.

 

Framtíðin

Eitt av framtíðar endamálum musikkskúlans er at verða við til at hjálpa og stimbra um mentunnarlívið á staðnum, og at fruktir musikkskúlans kunnu síggjast og verða enn meiri sjónligar í nærumhvørvinum.

 

Fyrispurningar

Fyrispurningar skulu vendast til:

Musikkskúlin í Vágum v/Eirikur Skála
Tel.: 21 35 37
This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it

 

Kunning um ABRSM-ljóðførisroyndir:

Trýst her.

 

Tilmelding til ABRSM-ljóðførisroynd í november 2017:

Trýst her.

Nýggir næmingar:

Tekni tykkum til frálæru her.

Inniverandi næmingar:

Tekni tykkum til frálæru her.

Vegleiðing til AB royndina

Um tú trýstir á reyða teigin "Download Syllabus", sæst hvat skal gerast til royndina.

Finn ljóðføri og Grade (og rætta árstal). http://fo.abrsm.org/en/our-exams/

Finn “Aural Test” á somu Grade: http://fo.abrsm.org/en/our-exams/aural-tests/

Tónastigar tempo, vegleiðandi. http://fo.abrsm.org/en/our-exams/information-and-regulations/scale-speeds/